Skriva út
Lagt út: 27.11.2007

Nýggj arbeiðsætlan fyri landbúnað, matvørur, fiskiskap og biotøkni

Nýggj arbeiðsætlan fyri annað temað í serskránni Cooperation, (Food, Agriculture and Fisheries, and Biotechnology) verður væntandi almannakunngjørd fríggjadagin 30. november.

Útboðini, (callini) innan hetta temað, bólkast í tríggjar høvuðsbólkar:

  • Burðardygg framleiðsla og stýring av lívfrøðiligum tilfeingi frá landi, skógi og vatni.
  • Matur, harímillum matur úr sjónum, heilsa og vælvera.
  • Lív-vísindi, biotøkni og biokemi til frama fyri burðadyggum (ikki-mat) vørum og framleiðslu.

Nýggja arbeiðsætlanin kann takast niður her (eftir 30. november). Umsóknarfreistin verður væntandi síðst í februar, 2008, og er fíggjarkarmunin mettur at liggja um € 96 mio.