Skriva út
Lagt út: 27.04.2008

Nýggj ætlan fyri SSH gransking í FP7

‘Turning to the future: a new approach for EU socio-economic  and humanities research until 2013’ er heitið á tiltakinum, ið ES kommissiónin skipar fyri tann 5. juni í Brússel.

Endamálið við stevnuni er at kunna europeiska granskaraumhvørvið um nýggja leistin, sum kommissiónin hevur skotið út í kortið fyri SSH (Socio-economic Sciences and Humanities Research) sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi  tey seinastu árini av sjeyndu rammuskránni. Tiltakið er eitt týðandi stig til at upplýsa  áhugaðu pørtunum um broytingarnar, sum eru í SSH arbeiðsætlanini fyri 2010 í mun til tær undanfarnu. 

Arbeiðsætlanin fyri 2010 verður almannakunngjørd síðst í juli.

Neyðugt er við tilmelding fyri at luttaka á stevnuni.  Gjørt verður vart við, at avmarkað pláss er.

Møguleiki er at fylgja við stevnuni umvegis live web-streaming á heimasíðuni hjá kommissiónini.

Skráin fyri stevnuna

Trýst her fyri tilmelding