Skriva út
Lagt út: 09.01.2012

Nýggir ph.d.arar í 2011

Átta føroyingar hava lokið ph.d., licentiat og D.Min. prógv í 2011 sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum.

Vár í Ólavsstovu vardi 14. januar ph.d.ritgerð sína við Syddansk Universitet. Ritgerðin ber heitið "Mellem tradition og modernitet. Færøskfaget og den færøskfaglige kontekst i national diskurs. En diskursanalytisk redegørelse for fagets idé, praksis og reception i det almene gymnasium". Les meira um verjuna her.  Vár arbeiðir sum lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.

Morten Kühnrich vardi 14. januar ph.d.ritgerð sína við Institut for Datalogi á Ålborg Universitet. Ritgerðin ber heitið "Tilgange til formel verifikation: Type teori, modelcheck og procesalgebra". Les meira um verjuna her. Morten arbeiðir hjá Føroya Tele.

Marita Sundstein Carlsson vardi 24. januar ph.d. ritgerð sína við Biologisk Institut á Syddansk Universitet. Ritgerðin ber heitið ”Environmental Impacts of Long-line Mussel Farms and the Potential for Mussel Culture to Improve Water Quality in Coastal Inlets”. Les meira um verjuna her. Marita arbeiðir sum post.doc. á Biologisk institut, Syddansk Universitet.

Jógvan Zachariassen vardi 10. februar D.Min. ritgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA. Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Les meira um verjuna her. Jógvan arbeiðir sum pastor hjá Lívdini.

Gunnvør á Norði vardi 11. mars ph.d.-ritgerð sína á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin hevur heitið: "Impact of organic enrichment on the sediment biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords." Les meira um verjuna her.  Gunnvør arbeiðir sum post.doc. á Fiskaaling og Havstovuni.

Helgi Nolsøe vardi 26. mai licentiat ritgerð sína á Chalmers Universitetinum í Gøteborg. Ritgerðin ber heitið "Protein Yield and Protein Isolate Quality when applying pH-shift Processing on Cod, Haddock and Blue Whiting Fillets" Les meira um verjuna her. Helgi arbeiðir sum lærari á Vinnuháskúlanum.
 
Jóhannis Danielsen vardi 7. oktober ph.d. ritgerð sína Lívfrøðideildina á Lunds Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Nest-site attendance and foraging ecology of the Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands. Is the Northern Fulmar a useful indicator of ecosystem productivity and pollution?" Les meira um verjuna her

Jan Joensen vardi 18. november ph.d.ritgerð á Biologisk Insititut á Københavns Universitet. Ritgerðini ber heitið: ”Plant microbe interactions – The suitors struggle for favor”. Les meira um verjuna her. Jan Joensen arbeiðir sum fyrisitari á Københavns Universitet.

Ph.D. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru næstan 300 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru umleið 50 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo