Skriva út
Lagt út: 21.08.2013

Nú styttist til Vísindavøkuna 2013

Granskingarráðið hevur í dag sent kunnandi skriv út til allar fólkaskúlar í Føroyum um Vísindavøkuna 2013 og teknikappingina, sum vit skipa fyri í sambandi við Vísindavøkuna.

Evnið til teknikappingina er matur og gransking og tekningarnar skulu á onkran hátt spegla hetta evnið.

Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan millum børn og ung fyri gransking og útbúgving innan vísindi.

Granskingarráðið ynskir at fáa børn og ung at seta orð og myndir á evnið mat og gransking. Hvat vita tey um evnið, hvørjar myndir síggja tey fyri sær. Hava tey nøkur góð hugskot til granskingarevni, t.d. í føroyskum rávørum.


Freistin at lata tekningar inn er mánadagin 9. september. Ein dómsnevnd velur tríggjar tær bestu tekningarnar í hvørjum bólki. Í dómsnevndini verða eitt listafólk, ein lærari og eitt umboð fyri Granskingarráðið.

Vinnarin í hvørjum bólki fær 1.500 kr., meðan nr. 2 og 3 fáa 500 kr. hvør. Harumframt fáa øll eina góða bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Framsýning av  tekningum og nógv annað á Vísindavøkuni
Vit bjóða øllum at koma á Vísindavøkuna at síggja allar innkomnu tekningarnar umframt allar tær spennandi og stuttligu framsýningarnar og tiltøkini, ið verða á skránni.

Á Vísindavøkuni er mangt og hvat at síggja og hoyra um, hvat gransking er og hvat verður granskað í Føroyum. Í ár verður ljóskastarin serliga settur á mat og gransking, men har verður eisini annað á skránni.

Vit í Granskingarráðnum meta avgjørt,, at Vísindavøkan 2013 er verd eina vitjan hjá skúlanæmingum saman við lærarum. Vísindavøkan kann stuðla frálæruni í fleiri lærugreinum og soleiðis verða sera viðkomandi fyri næmingar og lærarar.

Granskingarráðið vónar, at skúlarnir taka undir við tiltakinum og vit gleða okkum at bjóða teimum vælkomnum á Vísindavøkuna 2013.

Kundi tú hugsa tær at hongt eina plakat upp um Vísindavøkuna 2013 ella um teknikappingina, so kanst tú taka plakatina niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Plakatin er í litum, so best er um hon verður prentað út við litprintara.

Plakat til teknikappingina

Plakat - Vísindavøkan 2013

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.