Skriva út
Lagt út: 30.03.2009

Nú skulu vinnararnir av 1. umfari finnast

Tað eru komnar 61 myndir inn til 1. umfarið av kappingini Tekna ein granskara, nú freistin er úti. Tekningarnar eru bæði stuttligar og flottar, og tað sæst, at tað er lagt nógv hugflog og arbeiði í tekningarnar.

Ein av teimum, sum hevur sent tekningar inn, skrivaði: "Hetta var ein stuttlig uppgáva - gott hugsað av tykkum".

Fleiri hava sent mynd inn sjálvi, men tað eru eisini komnir brævbjálvar frá skúlum, har ein heilur flokkur hevur teknað. Hetta er frá 2. b í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, frá 3. b í Venjingarskúlanum í Havn og frá 6. d í Hoyvíkar Skúla.

Tað er nú upp til vitjandi á myndaheimasíðuni at avgera, hvørjar av hesum tekningunum skulu vinna 1. umfarið. Far inn á myndasíðuna her og hygg at myndunum.

Í niðara vinstra horni er ein ikon við stjørnum. Vel hesa, um tú hevur hug at atkvøða fyri eini mynd. Tú kanst lata upp til 5 stjørnur fyri hvørja. Til ber at atkvøða fyri fleiri myndum.

Ein onnur ikon er, har tað ber til at senda myndir sum e-card til familju og vinfólk og biðja tey fara inn á síðuna at hyggja og atkvøða eisini.

Freistin at atkvøða fyri myndunum í 1. umfari er 24. apríl 2009.

Freistin at lata myndir inn til 2. umfar er 27. apríl 2009.

Les um teknikappingina her og um kappingarreglurnar her.