Skriva út
Lagt út: 14.11.2016

Nú er tíð at skriva umsókn um stuðul til gransking 2017

Hevur tú eitt gott hugskot til eina nýggja granskingarverkætlan? Ella arbeiðir tú við onkrum granskingarevni, sum má kannast nærri? Kundi tú hugsað tær arbeiðsnáðir at granska komandi 2-3 árini? Nú er høvi at royna at fáa fígging til endamálið.

Granskingargrunnurin lýsir nú eftir umsóknum um stuðul til gransking. Í uppskotinum til fíggarlóg fyri 2017 eru 7,5 mill. kr. settar av til Granskingargrunnin.

Stuðul kann verða latin til
- føroyskar granskarar og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Eitt av hesum krøvum skal lúkast, men best er um tvey ella øll trý kunnu lúkast.

Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum, bæði 3 ára ph.d.-verkætlanir, post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár, smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan og granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking.

Játtanirnar seinnu árini hava ligið um 10 í tali árliga og stuðulin hevur verið frá 80.000 kr. til góða 1,1 mill. kr.

Umsóknarfreistin til stuðul til gransking í 2017 er 15. februar kl. 12 føroyska tíð. Lýsingin, kunning um formlig krøv, umsóknarblað og vegleiðing eru at finna her 

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar. Tel. 567800 og teldupostur gransking@gransking.fo

Á Jobmatch, sum verður í Norðurlandahúsinum 29. desember 2016, fara vit at kunna um møguleikar og krøv til umsóknir um stuðul.