Skriva út
Lagt út: 20.03.2020

Nú ber til at kanna, hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum

Kanningina bjóðar Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu. Endamálið er, at hvør føroyingur fær møguleika at vita, akkurát hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum við einari einfaldari hárroynd. Kanningin er ókeypis.

Hetta skrivar stovnurin á nýggju heimasíðu síni:

"Í skjótt 35 ár hava fleiri enn tvey túsund føroyingar luttikið í kanningum, har granskarar hava lýst sambandið millum kviksilvur og ymisk heilsufyribrigdi. Úrslitini hava millum annað víst, at bæði á 7 og 14 ára aldri sæst týðiligt samband millum kviksilvurmongdina í móðurlívi og ymiskar andsførleikar, til dømis mál, minni, reaktionstíð og rúmsans. Eisini sæst størri vandi fyri høgum blóðtrýsti og æðrakálking hjá fólki við nógvum kviksilvuri í kroppinum. Grundað á kanningarnar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu tey seinastu áratíggjuni, varð tilmæli gjørt í 2008, sum mælti føroyingum frá at eta grindahval yvirhøvur. Tilmælið var grundað á sera høgu nøgdirnar av kviksilvuri og øðrum skaðiligum evnum í grindahvali.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur nú ognað sær eitt tól, ið mátar innihaldið av kviksilvuri í kroppinum. Í hesum sambandi bjóða vit øllum føroyingum ókeypis at kanna, hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum við eini hárroynd. Soleiðis kann ein sjálvur fáa mátað innihaldið av kviksilvuri, og harvið ber til at broyta støðuna, um virðini eru omanfyri ásetta markvirðið.

Tað einasta, ið krevst, er at senda ein hárlokk, p-tal og teldubústað til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Postgjaldið verður goldið av móttakara, og tí er ikki neyðugt við frímerki.  Á heimasíðuni undir Kviksilvurhár fæst kunning um, hvussu farast skal fram. 

Eitt alment markvirði er sett, ið sigur, hvussu nógv kviksilvur, vit menniskju í mesta lagi eiga at inntaka. US EPA (Environmental Protection Agency), sum er tann amerikanski umhvørvismynduleikin, hevur sett markvirði á 1,0 µg/g fyri kviksilvur í hári. Hetta merkir, at skulu vit halda okkum undir hetta mark, eiga vit ikki at inntaka meira enn 0,1 µg/g av kviksilvuri um dagin fyri hvørt kilo í kropsvekt. Markvirðið á 1,0 µg/g er millum annað sett grundað á granskingarúrslit, ið vit hava frá kyksilvurkanningunum í Føroyum.

Er innihaldið av kviksilvuri í kroppinum hægri enn markvirði á 1,0 µg/g í hári, eru tó ráð fyri hesum. Kviksilvur hevur eina helvtartíð (hálveringstíð) á góðar 45 dagar. Hetta merkir, at verður mátað til dømis 10 µg/g, tekur tað umleið 45 dagar at koma niður á 5 µg/g, um ein heldur seg frá matvørum við nógvum kyksilvuri í. Tí ber lættliga til við smáum kostbroytingum at minka um kviksilvuri í kroppinum. "