Stortinget stuðul nýmenning.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.02.2019

Norskar kommunur fáa stuðul til at arbeiða miðvíst við nýmenning

Í Noregi verður arbeitt miðvíst við at styrkja nýmenning í almenna geiranum. Norska granskingarráðið hevur júst tillutað gott 50 kommunum 130 mió. norskar krónur til nýmenningarverkætlanir. Talan er um verkætlanir undir leiðslu av kommunum, fylkiskommunum ella almennum fyritøkum og í samstarvi við granskarar.

Hetta er størsta stuðulsumfarið til nýmenningarverkætlanir í almenna geiranum higartil.

Millum stuðlaðu verkætlanirnar eru kommunur, sum vilja royna nýggjar mátar at deila dátur við borgararnar, arbeiða meira skipað við fólkaheilsu, gera tað lættari at klára seg uttan privatbil og um skúlar, sum vilja royna talgildar skúlastovur.

Tillutingin byggir á strategiina hjá Froskningsrådet fyri menning av almenna geiranum, hon sæst her

Á heimasíðuni hjá Forskningsrådet sæst yvirlit yvir allar verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, sí her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum