Norrøna granskar Golfstreymin
Norrøna er ikki bert einasta ferðamannaskip, ið siglir á rutuni millum Ísland, Føroyar og Danmark. Hon er eisini størsta granskingarskip í norðurhøvum, og mátingar av streymi, salti og hita í sjónum, ið verða skrásettar umborð, eru við til at geva granskarum virðismikla vitan um havið á okkara leiðum.
Tveir amerikanskir havgranskarar, Thomas Rossby og Charlie Flagg, bóðu í 2006 Smyril Line um loyvi at seta eitt tól upp á Norrønu at máta havstreym.
- Tað var leyst og liðugt beinanvegin. Vit sóu týdningin av at fara undir at gera slíkar mátingar, tí longu tá var nógv frammi um, at Jørðin fór at gerast heitari, og at Golf-streymurin møguliga fór at vikna, sigur Jógvan í Dávastovu, sum tá var Maritime Director á Smyril Line.
Golf-streymurin, ið fer frá Norðuramerika um Atlantshav fram við Føroyum, hevur sera stóran týdning fyri veðurlagið í Norður- og Miðevropa. Tað er honum fyri at takka, at tað er lutfalsliga heitt í Norðurevropa, og at hitin í havinum kring Ísland, Føroyar og Noreg er støðugur.
Fleiri granskarar hava borið ótta fyri, at Golfstreymurin kann fara at vikna. Hendir tað, verður nógv kaldari á okkara leiðum, og tað fær sera álvarsligar avleiðingar fyri liviumstøðurnar í Føroyum.
Mátingarnar hjá Norrønu vísa, at Golfstreymurin ikki er viknaður, men havið er vorðið heitari, og tað kann sum frálíður eisini fara at ávirka tann týdningarmikla havstreymin, ið ger tað liviligt á okkara leiðum.
Les grein í Vísindavøkublaðnum um Norrønu sum granskingarskip her.
Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.