Skriva út
Lagt út: 19.03.2024

Norðurlendskur kunningardagur um luttøku í COST netverkum

ES stuðulsskipanin COST gevur føroyskum granskarum góðar møguleikar at fáa stuðul frá ES til at vera við í evropeiskum granskingarnetverkum.

Tann 23. apríl verður norðurlendskur kunningarfundur um COST á netinum, sum serliga er ætlaður granskarum, ið eru áhugaðir í at luttaka í nýggjum COST átøkum.

Tiltakið er fyri granskarar og nýskaparar á øllum stigum á yrkisleiðini og á øllum granskingarøkjum.

Á fundinum verður greitt frá, hvussu søkt verður um luttøku, um leiklutin og nyttuna av COST skránni, og hvat luttakarar kunnu fáa burtur úr at vera við.

COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology og hevur sum mál at virka fyri slóðbrótandi vísindaligari menning, sum kann hava við sær nýggj hugskot og nýggja framleiðslu. COST virkar fyri at styrkja førleikarnar og at binda saman umhvørvini í teimum ymisku londunum.

COST er skipað í netverk, nevnd COST Actions, ið eru virkin í 4 ár. Umleið 300 COST Actions  eru í gongd í senn, og eini 60 nýggj verða sjósett á hvørjum ári.

Føroyingar kunnu søkja um at gerast partur í virknum COST Actions. Sum partur í einum netverki ber til at søkja um stuðul til ráðstevnuferðir, skeið ella til vitjan á stovni í øðrum landi.

Kunningarfundurin um COST verður á zoom pallinum týsdagin 23. apríl kl. 12.

Á fundinum fara umboð fyri COST og norðurlendskir COST luttakarar at greiða frá COST skipanini. Fundurin fer serliga at snúgva seg um nýggj COST Actions, ið byrja í mai/juni, og um COST Open Call skipanina, har lond, ið eru við í COST, sjálvi taka stig til umsóknir. Umsóknarfreist til COST Open Call er 23. oktober 2024.

Føroyskir granskarar kunnu luttaka í umsóknum til COST Open Call saman við luttakara úr  øðrum COST landi.

Føroyska COST umboðið er í Granskingarráðnum. Spurningar um tiltakið ella luttøku í COST Actions kunnu sendast til: maria@gransking.fo

Skráin sæst her

Boðast skal frá luttøku í COST kunningarfundinum áðrenn 22. apríl. Leinki til tilmelding er her.