Skriva út
Lagt út: 17.12.2009

Norðurlendskt útboð: Hug- og samfelagsgransking


NOS-HS (Norðurlendskt samstarvsráð fyri hug- og samfelagsvísindaliga gransking) lýsir eftir umsóknum til granskingarsamstarv í sokallaða NORDCORP (Nordic Collaborative Research Projetcs).

Endamálið við NOS-HS er at fremja norðurlendska gransking og menna nýggj granskingarøki innan hug- og samfelagsvísindaliga gransking.

Tí kunnu granskarar frá norðurlendskum granskingarstovnum nú søkja um stuðul til trý til fýra ára langar granskingarverkætlanir innan eitthvørt øki í hug- og samfelgasvísindaligari gransking.

Upp til € 600.000 verða veittar í stuðli til stuðlaðar verkætlanir.

Minst tríggir granskarar, sum er í minsta lagi eru á Ph.D støðið, frá stovnum úr trimum norðanlondum skulu vera saman um umsóknina.

Umsóknarfreistin er 25. Mars 2010.

Umsókn, saman við fylgiskjølum, verður í einum orginali og í tíggju avritum til:

NOS-HS Sekretariatet
Forsknings- og Innovationsstyrelsen
Bredgade 40
1260 København K

Meir fæst at vita her: www.nos-nop.org

Nærri kunning um útboðið fæst við at venda sær til: Tinu Varberg á NOS-HS Sekretariatet, tlf. +45 3395 5265, t-post tva[kurla]fi.dk