Skriva út
Lagt út: 17.03.2009

Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar veðurlagsverkætlan

Veðurlag og mentnaraminni:
Økjandi hiti, slavnari veður og hækkandi sjógvur ávirka fornminni og mentanarumhvørvi. Norðurlanda Ráðharraráðið letur 600.000 kr til eina serstaka norðurlendska samstarvsverkætlan um veðurlag og mentunararv.

Øll norðurlond eru umboðað í verkætlanini ”Veðurlagsbroytingar og árin á fornminni og mentanarumhvørvi”: Danmark, Finland, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki. Verkætlanin verður framd í tíðarskeiðinunm 2008-2010 undir leiðslu av norska Riksantikvaren í Oslo.

Endamálið við verkætlanini er tvíbýtt: at menna norðurlendsku fornminnafyrisitingarnar soleiðis at tær verða betur førar fyri at at møta fráboðaðu veðurlagsbroytingunum, og at styrkja samstarvið teirra millum.

Arbeitt verður við at fyrireika eina ráðstevnu um veðurlag og mentanararv í Oslo 12. november.

www.ra.no/klimaprosjektet
www.natmus.fo