Skriva út
Lagt út: 10.05.2012

Norðurlendsk ráðstevna um støddfrøði við Gjógv

Í døgunum 15. til 20. mai 2012 fara 40 luttakarar frá universitetum í Norðurlondum á ráðstevnu um støddfrøði við Gjógv. Evnið fyri ráðstevnuna er Operatoralgebra og dynamikkur og hetta er samstundis endin á einum trý ára longum netverkssamstarvi, NordForsk Research Network Operator Algebra and Dynamics.

Endamálið við hesi verkætlan, ið er stuðlað av NordForsk hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, er at formalisera og styrkja samstarvið millum norðurlendsk universitet á økinum operatoralgebra og dynamikkur, soleiðis at Norðurlond gerast millum førandi londini í hesum granskingarevni. Fíggjarliga er ráðstevnan fyrst og fremst stuðlað av NordForsk og Granskingarráðnum.

Operatoralgebra og dynamikkur
Operatoralgebra og dynamikkur eru tvey ymisk øki í reinari støddfrøði. Tey seinastu áratíggjuni hevur granskingarevnið operatoralgebra, sum tænir sum eitt grundarlag undir kvantufysikki, havt ein sera stóran vøkstur og hevur drigið nógvar framúrskarandi støddfrøðingar til sín, harímillum Fields medaljuvinnararnar Connes og Jones. Serstakliga hevur nýtslan av teknikkum og úrslitum frá operatoralgebra í dynamiskum skipanum ment seg nógv seinnu árini. Grundleggjarin av operatoralgebra, kendi vísindamaðurin John von Neumann, var sjálvur vitandi um hetta týðandi samvirkni millum operatoralgebra og dynamikk. Mótið millum hesar báðar støddfrøðigreinarnar skapar eitt samband millum tvær etableraðar, men rættiliga ymiskar vísindagreinir í støddfrøðini, ið hevur víst seg at vera vert at granska – bæði fyri operatoralgebra og fyri dynamikk.

Almennur fyrilestur
Í sambandi við hesa ráðstevnu skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum fyrilestri í Østrøm Kristi Himmalsferðardag 17. mai kl. 19.00. Har fer Søren Eilers at røða um týdningin, sum støddfrøði hevur í undirvísingarverkinum og samfelagnum annars. Eisini verður møguleiki fyri kjaki.

Søren Eilers, ið er 44 ár, er professari í støddfrøði við Københavns Universitet. Hann hevur verið instituttleiðari fyri undirvísing í støddfrøði á Københavns Universiteti og hevur verið formaður fyri Dansk Matematisk Forening, ið m.a. útgevur ritið Matilde, sum nógvir støddfrøðilærarar kenna væl. Hann er eisini kendur fyri sítt áralanga undirvísingarvirksemi serliga á fyrsta ári, har hann hevur fingið túsundvís av studentum gjøgnum Kalkulus og Lineær algebra.

Granskingargrunnurin stuðlar verkætlanini
Ráðstevnan við Gjógv er endin á verkætlan, sum hevur fingið stuðul úr Granskingargrunninum. Gunnar Restorff hevur verið verkætlanarleiðari.

Les meira um verkætlanina  í Stuðulsyvirlitinum

Les um Gunnar Restorff í Heilagrunninum

Les um NordForsk netverkið Operator Algebra and Dynamics