NordForsk lýsir eftir umsóknum um matveitingartrygd
NordForsk lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna "Norðurlendskar og baltiskar loysnir fyri matveitingartrygd". Tilsamans 77 mió. kr. eru leysar at søkja hjá norðurlendskum granskarum.
Granskingarskráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Estlandi og Litava.
Føroyar luttaka við egnari fígging, og føroyskir granskingarstovnar kunnu søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.
Yvirskipaða endamálið við útboðnum er at stuðla granskingar- og nýskapanarverkætlanum, ið styrkja matveitingartrygdina í Norðurlondum og Baltalondum við øktari krepputilbúgving, sterkum stuðulsskipanum og broyttari brúkaraatferð.
Málið er bæði at stuðla verkætlanum, ið fevna um virðisketur á landi og á sjónum.
Luttakarar úr í minsta lagi trimum Norðurlondum ella í minsta lagi tveimum Norðurlondum og einum Baltalandi skulu vera við í hvørjari verkætlan. Í minsta lagi tveir granskingarstovnar og ein ikki-akademiskur luttakari skulu vera í hvørjari verkætlan.
Hvør verkætlan kann í mesta lagi fáa 10 mió. kr. í stuðli.
Freistin fyri at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir um matveitingartrygd í Norðurlondum og Baltalondum er 2. desembur 2026.
NordForsk skipar fyri netfundi um útboðið 19. august 2026 kl. 9 føroyska tíð.
NordForsk útboðið um matveitingartrygd í Norðurlondum og Baltalondum í fullari longd sæst her.
Mynd: NordForsk
