Skriva út
Lagt út: 25.06.2009

NordForsk lýsir eftir umsóknum innan veðurlagsgransking


Hvussu kunnu norðurlondini á skilabesta hátt fyrireika seg til ávirkanina av veðurlagsbroytingum á náttúrutilfeingi og matvøruframleiðsluna í okkara øki?

Tann 24. juni lýsti nýggja granskingarátakið undir NordForsk, Climate Change Impacts, Adaption and Mitigation in Nordic Primary Industries, eftir umsóknum innan hetta økið.

Í alt eru 18 mio. Nkr. tillutaðar hesi gransking, ið er ein partur av nýggja stóra satsningsøkinum hjá norðurlendsku ráðharrunum innan alheimsgerð.

Granskarar og granskarabólkar, sum samstarva við minst trý norðurlond, ella tvey norðurlond og eitt baltiskt land, kunnu søkja um granskingarstuðul í hesi skipanini. Úrslitini av granskingini skulu brúkast til orða ein veðurlagspolitikk innan økið.

Skipanin fevnir um fimm evni innanfyri fiskiskap, landbúnað, skógbúnað og mat:

  • Dyre- og plantehelse Vern, tilpasning og bruk av genetiske ressurser
  • Effekter og tiltak innenfor produksjonssystemer for melk, kjøtt og k orn
  • Effekter og tiltak innenfor produksjonssystemer for fisk
  • Bærekraftig produksjon av biomasse og karbonfangst fra økosystemer på land


Freistin at søkja er 1. oktober 2009.

Les allan lýsingartekstin á www.nordforsk.org

Les meir um evnið á www.norden.org

Kontaktpersónar hjá NordForsk eru:
Michael Andersson, ráðgevi
T-post: michael.andersson[kurla]nordforsk.org
TLF: +47 94 16 85 47

Maria Nilsson, ráðgevi
T-post: maria.nilsson[kurla]nordforsk.org
TLF: +47 99 38 02 64