Vitjan Nordforsk Nov 2025
Skriva út
Lagt út: 21.11.2025

NordForsk limaskapur ger mun

Føroyar hava verið fullgildur limur í NordForsk síðan 1. januar 2023 og tað hevur gjørt mun. Tað vísir ein skjót eftirmeting av gongdini, nú skjótt trý ár eru liðin, síðan Føroyar gjørdust limur í NordForsk. Áður hava vit havt eygleiðarastøðu.

Nógv fleiri umsóknir er sendar til útboðini hjá NordForsk og fleiri umsóknir eru játtaðar til føroyskar luttakarar, síðan Føroyar gjørdust limir. Mett verður, at limaskapurin hevur nógv at siga, men eisini, at Løgtingið hevur játtað pening til samstarvið.

Í sambandi við at stjórin í NordForsk, Arne Flåøyen, gevst fyrst í komandi ári, var hann á vitjan í Føroyum fyri at varpa ljós á góðu gongdina. Arne Flåøyen metir, at Føroyar eru vorðnar meira sjónligar við limaskapinum og at tað hevur gjørt mun. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður. 

Saman við umboðum fyri Granskingarráðið hitti Arne Flåøyen umboð fyri landsstýri og aðalráð. Kunnað varð um arbeiðið í NordForsk, sum Føroyar eru partur av, um virðini, sum verða skapt við norðurlendskum samstarvi og um átøk, sum eru ávegis. Á fundin við umboð úr granskingarumhvørvinum varð eisini tosað um komandi átøkum í mun til sivila tilbúgving og samfelagsligt mótstøðuføri.

Samstarv gevur meira enn pengar

Útboðini hjá NordForsk eru fjølbroytt og tey snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Náttúruvísindadeildini og Havstovuni fingið játtað 2,8 mió. kr. í stuðli til at gera kanningar av eitrandi algum í sjónum kring Føroyar. Granskarar á Søgu- og Samfelagsdeildini hava fingið 1,4 mió. kr. í stuðli til eina verkætlan um at menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Og granskarar á Havstovuni hava somuleiðis fingið játtaðan dyggan stuðul til gransking í burðardyggari fiskiveiðu.

Gjøgnum verkætlanir við luttakarum úr fleiri norðurlondum eru føroyskir granskarar við í arbeiðinum at lyfta vitanarstigið á týðandi økjum fyri Føroyar og skapað norðurlendskt meirvirði.

NordForsk er stuðulsskipan fyri gransking, sum Norðurlondini luttaka í og sum liggur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Men NordForsk letur eisini upp fyri, at onnur lond kunnu luttaka í teirra útboðum. M.a. eru baltisku londini javnan við og nú er eisini samstarv við Kanada um granskingarútboð. Limalondini rinda ein part av luttøkuni, meðan norðurlendska samstarvi rindar ein part. Londini, sum ikki eru formliga við í norðurlendska samstarvinum, rinda sjálvi fyri sína luttøku.

Á myndini frá vinstru: Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðum og varaforfólk í NordForsk stýrinum, Sirið Stenberg, varaløgmaður og landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingaramálum, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum og í norðurlandamálum.

Les um NordForsk stuðlaðu verkætlanirnar í Vísindavøkublaðnum 2025