Skriva út
Lagt út: 28.01.2015

Nógvir spurningar svaraðir á kunningarfundi

Mánadagin 26. januar skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um møguleikar at fáa stuðul til.verkætlanir úr Granskingargrunninum.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevði eina framløgu við heitium: Stuðul til gransking - Granskingargrunnurin - Møguleikar, krøv og mannagongd.

Aftaná framløguna var møguleiki at seta spurningar og hetta gjørdi fleiri av teimum , sum vóru møtt til tiltakið.

Til ber at síggja PP framløguna her

Tey, sum ynskja at søkja stuðul til gransking, kunnu finna lýsing og slóð til umsóknarblað, formligar reglur, og vegleiðing her

Til ber eisini at fáa vegleiðing við at seta seg í samband við Granskingarráðið umvegis teldupost: gransking@gransking.fo ella telefon 567800