Nógvar umsóknir um stuðul til gransking
Sera nógvar umsóknir eru aftur í ár um stuðul til gransking. Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti í dag, týsdagin 17. februar kl. 12, vóru tilsamans 50 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn. Tað er áleið tað sama sum í fjør.
Meira enn helmingurin av umsóknunum eru til ph.d.-verkætlanir. 35 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 15 eru menn. Umsóknirnar eru javnt býttar á náttúruvísindi, heilsuvísindi og hug- og samfelagsvísindi. 41 verkætlanir eru staðsettar í Føroyum og 9 í øðrum londum.
Tilsamans verður søkt um slakar 59 mió. kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 mió. kr.
Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør.
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.
Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
