Skriva út
Lagt út: 31.03.2009

Nógvar tekningar til 2. umfar

Eftir at myndirnar, sum vóru komnar við posti mánadagin, vóru lagdar á internetið, eru komnar ein ørgrynna av myndum, nakrar við telduposti, men flestu við vanligum posti týsdagin. Vit høvdu ætlað at lagt møguligar tekningar, sum komu afturat mánakvøld og týsmorgun afturat 1. umfari, men hetta vísti seg tíverri ikki at bera til.

Vit hava rent okkum í ein tekniskan trupulleika, sum ger, at um vit leggja fleiri myndir út nú, so verða allar atkvøðurnar, sum eru givnar myndunum higartil, burtur. Hetta vildið verið sera óheppið. Vit fara tí at biðja tykkum halda okkum til góðar, at hesar myndirnar ikki kunnu koma við fyrr enn í 2. umfari.

Vit harmast hendan trupulleikan, men kunnu bara lova, at vit royna at loysa trupulleikan til næsta umfar og annars ikki verða so knøpp at leggja myndirnar út sama dag, sum freistin er.