Skriva út
Lagt út: 15.02.2017

Nógvar og fjølbroyttar umsóknir um granskingarstuðul

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í dag, vóru 42 umsóknir komnar inn. Tað er væl fleiri enn í fjør, tá talið var 26, tað lægsta í nógv ár. Metið var í 2014, tá 48 umsóknir komu inn.

24 kvinnur og 18 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er á leið sama býti, sum undanfarin ár.

Helmingurin av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Umsóknir eru bæði frá føroyskum og útlendskum granskarum. Flestu umsóknirnar eru frá føroyingum, ið búgva í Føroyum ella uttanlands, men eisini eru umsóknir frá útlendingum, ið búgva í Føroyum, og frá útlendingum, ið ikki búgva í Føroyum.

Treytin fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.

Umsóknirnar eru spjaddar á øll seks økini, sum til ber at søkja á: Heilsa, Náttúra og náttúrutilfeingi, Mat, Mentan, Samfelag og Tøkni.

Søkt verður um góðar 37 milliónir kr í stuðli. Granskingargrunnurin hevur umleið 7,3 milliónir kr.tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í mai.

Tilsamans eru næstan 200 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. 14 granskingarverkætlanir eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunnunm síðani 2014. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2016 sæst her