Skriva út
Lagt út: 07.09.2020

Nógvar COVID-19 verkætlanir í gongd

Tað eru fleiri verkætlanir í Føroyum í løtuni, har tað verður granskað í COVID-19 tengdum viðurskiftum. Granskingarráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir hesar verkætlanir.

Her sæst, hvat verkætlanin er um, hvør er verkætlanaleiðari, hvør stuðlar fíggjarliga og eisini hvørji úrslit eru almannakunngjørd vísindaliga og á annan hátt.

Yvirlitið er býtt sundur í verkætlanir á hug- og samfelagsvísindaliga økinum og á heilsu- og náttúruvísindaliga økinum. Flestu av hesum verkætlanum eru fíggjarliga stuðlaðar av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum, men ikki allar. Fyri hvørja verkætlan er ein útgreining á eini undirsíðu.

Sí yvirlitið her

Um onkur verkætlan manglar á yvirlitinum, frætta vit fegin.