Skriva út
Lagt út: 07.10.2021

Nógv vildu síggja Jákup Sverra

Stórur áhugi var á Vísindavøkuni fyri at vitja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Umleið 600 fólk nýttu høvið at fara umborð á skipið, sum lá við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið.

Skipið var opið frá kl. 9 til kl. 16. Tey vitjand sluppu umborð eftir landgongubrúnni inn á dekkið, har høvi var at síggja ymisk sløg av fiskum. Síðani var ein leið merkt av gjøgnum alt skipið við støðum, har fólk frá Havstovuni og manningin á Jákupi Sverra greiddu frá, hvat skipið og tólini kunnu brúkast til. Til bar  m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna.

Niðanfyri eru myndir, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið.

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.