Smair Meskar
Skriva út
Lagt út: 30.05.2025

Nógv fleiri áttu at fingið stuðul til gransking

Umsóknirnar um stuðul til gransking vóru fleiri enn nakrantíð í ár, og játtanin á fíggjarlógini var tann sama sum í fjør. Bert fimti hvør, sum søkti um stuðul, fekk játtandi svar.

Bogi Bech Jensen, formaður í Faknevndini, ið ger av, hvør skal fáa stuðul til gransking, harmast um, at tað ikki bar til at játta fleiri umsóknir.

- Tað vóru nógvar góðar umsóknir, ið fingu noktandi svar. Játtanin á fíggjarlógini er alt ov lítil í mun til talið og góðskuna á umsóknum. Vit kundu lættliga og við góðari samvitsku játta tríggjar ferðir so nógv, sigur Bogi Bech Jensen, formaður í Faknevndini.

Missa góða gransking

50 umsóknir vóru um stuðul til gransking í ár, sum skuldu kappast um tær 9 milliónirnar, ið løgtingið hevði játtað. 18% av teimum, sum søktu, fingu játtandi svar. Í fjør vóru tað 29% av teimum, sum søktu, ið fingu stuðul. Og árið fyri vóru tað 36%, sum fingu stuðul.

- Um vit høvdu meira pengar, kundu vit sett eina rúgvu av hágóðsku gransking í gongd, sum vit nú ikki fáa, sigur Bogi Bech Jensen.

Umhvørvið er styrkt

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, heldur, at góðskan á umsóknunum um stuðul er nógv hækkað seinastu árini.  

- Granskingarumhvørvið er styrkt, og vit síggja eisini, at samstarvið millum granskingarstovnar bæði í Føroyum og altjóða er vorðið størri. Tað er spell, at vit ikki hava møguleika fyri at seta meira gransking í gongd, sum hevur stóran týdning fyri samfelagið, sigur hon.

Umsóknarfreist eina ferð um árið

Árliga játtanin verður býtt út í einum. Komandi umsóknarfreist verður um hálvan februar 2026, treytað av játtan á fíggjarlógini.  


Myndin er frá framsýning á Listasavninum. Verkið fremst eftir Titu Vinther kallast Pætursnót. Annika Sølvará hevur tikið myndina.