Skriva út
Lagt út: 11.10.2013

Nógv børn vildu smakka tvøst

Stórur áhugi var fyri básinum hjá Umhvørvisstovuni á Vísindavøkuni. Umhvørvisstovan bjóðaði smakkiroyndir av tvøsti og spiki, og fyri fleiri børn var tað fyrstu ferð, tey settu tenninar í ein grindabita.

- Tey flestu kendu grind og spik, men nøkur høvdu ongantíð roynt at etið tað fyrr. Serliga dreingirnar vóru ógvuliga áhugaðir í at smakka grind. Nógvar ungar gentur hildu ikki, at tað smakkaði væl, og søgdu, at hatta ætlaðu tær sær ikki at eta, sigur Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur, sum stóð í básinum hjá Umhvørvisstovuni meginpartin av degnum.

Starvsfólk á Umhvørvisstovuni høvdu skorið 5 kg av tvøsti í bitar, ið vigaðu 12 g. Tað svarar til tað, ið vit sambært upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni kunnu eta um dagin. Eisini høvdu tey skorið 2 kg av spiki í bitar, sum vigaðu 3 g. Ein tílíkan bita kunnu vit bert eta annan hvønn dag.

Alt tvøstið var uppi, áðrenn dagurin var liðugur, men helvtin av spikinum lá eftir.

- Øll børnini heilt niður í barnagarðsaldur høvdu hoyrt um, at man ikki skal eta grind. Tey spurdu nógv um, hví tað ikki er gott fyri kroppin, sigur Rakul Mortensen.

Umhvørvisstovan bjóðaði eisini smakkiroyndir av fiski, sum tað ber til at eta nógv meira av, uttan at vandi er fyri skaðiligum árinum av dálking. Og ta samanberingina skiltu børnini væl.

Ymiskar áskoðanir eru um, hvussu nógv tvøst og spik tað er ráðiligt at eta. Pál Weihe, granskari, hevur saman við Landslæknanum mælt fólki frá at eta tvøst og spik yvirhøvur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur tað vera í lagi at eta ein døgurða um mánaðin, men mælir kvinnum, ið ikki eru lidnar at fáa børn, frá at eta spik.

Pál Weihe vitjaði eisini básin hjá Umhvørvisstovuni á Vísindavøkuni.

- Hann segði, at tað er best at halda seg heilt frá at eta grind. Men tað er ikki nakað, ið vit leggja okkum út í á Umhvørvisstovuni. Vit kanna bara, hvussu dálkaður hvalurin er. Hvat tað ger við fólk, mugu onnur meta um, sigur Rakul Mortensen.