Stuðul Játtan 2021
Skriva út
Lagt út: 25.05.2022

Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8 mió. kr. í stuðli frá Granskingarráðnum.

Íalt 32 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um slakar 25 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

7,5 mió. kr. vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur. 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Knút Háberg Eysturstein: "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir" - Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.006.554

Heidi S. Mortensen: "Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum" - Ph.d. verkætlan á Fiskaaling - kr. 994.411

Jens Chr. Svabo Justinussen: "Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum" - Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.094.580

Torstein D. H. Balle: "Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir" - Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 861.005

Maria Skaalum Petersen: "Føroyskir innflytarar í Danmark  – sosial og heilsulig perspektiv" - Verkætlan á Deplinum fyri Heilsugransking á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 998.076

May-Britt Skoradal: "Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes" - Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 660.000

Agnes-Katharina Kreiling: "Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum" - Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 975.837

Jónrit Halling: "FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni" - Verkætlan á Ílegusavninum og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya" - kr. 435.770

Sunnvør í Kongsstovu: "Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði" - Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.030.072

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum