Skriva út
Lagt út: 07.05.2021

Niðursett hoyrn ávirkar lívsumstøðurnar hjá fólki

Hósdagin 6. mai skipaði felagið Hoyr fyri tiltaki í Smæruni. Her var ein frágreiðing um lívsumstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursettari hoyrn, løgd fram. Fitt av fólki varð til tiltakið, sum varð skrifttulkað.

Tað er Majbritt Jacobsen, sum hevur staðið fyri verkætlanini. Ása Róin hevur verið fakligur vegleiðari. Sjúkrakassagrunnurin hevur fíggjað verkætlanina.

Ása Olsen, forkvinna í Hoyr, bjóðaði vælkomin og greiddi frá bakgrundini fyri verkætlanini. Síðani legði Majbritt Jacobsen sjálva frágreiðingina fram. Aftaná var kjak.

Vitanin frá verkætlanini skal nýtast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn, tað veri seg í skúla, á arbeiðsmarknaðinum og hjá teimum eldru. Soleiðis verður tryggjað, at fólk við niðursettari hoyrn, verða javnsett við tey, sum hoyra, og at leiðsla og skúli og/ella starvsfelagar fáa frálæru í góðum samskiftishættum, góða kunningarstrategi og tílíkt.

Frágreiðingin kallast ”Hvussu eru Lívsumstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursettari hoyrn í 2020” og kann lesast her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.