Niclas Hojgaard Eysturoy
Skriva út
Lagt út: 21.06.2025

Niclas Højgaard Eysturoy vart ph.d. um knækanningar í Føroyum

Fríggjadagin 20. juni vardi Niclas Højgaard Eysturoy, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sína  ph.d.-ritgerð um føroyska knækanningarbólkin, sum hann hevur arbeitt við í fleiri ár.

Í verkætlanini hevur Niclas Højgaard Eysturoy kanna títtleika, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum. Eisini verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.

Hann hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet.

Ritgerðin kallast: The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia

Kristoffer Barfod, professari á Københavns Universitet og serlækni í ortopedi á Bispebjerg Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Lars Blønd, yvirlækni á Aleris Hospital Søborg, og Hans-Christen Husum, granskari á Aalborg Universitetshospital, hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru:
Adam Witten, kliniskur lektari á Institut for klinisk medicin, Københavns Universitet, og lækni á Hvidovre Hospital, formaður
Ole Rahbæk, professari og leiðandi yvirlækni á Aalborg Universitetshospital
Eivind Inderhaug, professari og yvirlækni á Helse Bergen og Haraldsplass Diakonale Sykehus

Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d.-verkætlanini.

Les meira um granskingina hjá Niclasi Højgaard Eysturoy á pure.fo.

Mynd: (c) Privatmynd - f.v.: Hans-Christen Husum, Niclas Højgaard Eysturoy, Kristoffer Barfod og Lars Blønd

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum