Myndir frá Vísindavøkuni 2025
Vísindavøkan 2025 er farin aftur um bak í øllum góðum. Tiltakið var væl vitjað og afturmeldingarnar eru sum heild sera góðar.
Ólavur Frederiksen, myndamaður, frá Faroephoto tók myndir fyri okkum. Eisini hava vit sjálvi tikið nakrar myndir.
Hesar eru at finna í trimum mappum í myndasavni okkara
Nakrar myndir frá tiltøkunum á Svalanum og garagunum
Myndir frá framløgum og miðlafagnaði
Myndir frá Vísindavøku á ferð
Á Bókasavninum við Løkin í Runavík: Jari í Hjøllum, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Bogi Hansen
Á Klaksvíkar Bókasavni: Knud Simonsen, Heidi Mortensen og Meinhard Eliasen
Á Sørvágs Bókasavni: Óluva R. eidesgaard, Tór Marni Weihe og Ása Johannesen
Á Sands Bókasavni: Gunnhild Helmsdal, Sámal Matras og Sandra Ljósá Østerø
Á Miðnámi í Suðuroy og Miðlatúni í Vági: Mirjam Carlsdóttir Olsen, Hanus Kjølbro og Guðrið Eriksdóttir Johansen
Granskingarráðið samskipar Vísindavøkuna
Tað er Granskingarráðið, sum á hvørjum ári samskipar Vísindavøkuna í góðum samstarvi við eina rúgvu av starvsfólkum á granskingarstovnum og -fyritøkum, Glasi og onnur.
Starvsfólkini hjá Granskingarráðnum eftir Vísindavøkuna 2025. Frá vinstru: Dagmar Joensen.Næs, Kristina Arge Simonsen, Maria Húsgarð og Brynhild Næs Petersen.
Annika Sølvará manglar á myndini. Hon var veðurføst í Keypmannahavn í fleiri dagar og var tí bert við á netinum frá Sendistovuni á Norðurbryggjuni.