Skriva út
Lagt út: 24.03.2017

Myndagreining av føroyskari luttøku í Horizon 2020

Ein skipan, sum studentar hava ment fyri Vinnova í Svøríki, kann vísa luttøkuna í Horizon 2020 á ein einfaldan grafiskan hátt. Skipanin varð víst fram á fundi í Brussel í vikuni. Talan er um eina beta útgávu av skipan, sum er tøk hjá øllum at nýta.

Her ber eitt nú til at velja at hyggja at luttøkuni hjá einum einstøkum landi, at einstøku verkætlanunum ella eftir sløgum av  móttakarum, t.d. universitet ella privatar fyritøkur.

Við at fara inn á hesa síðuna, ber til at síggja yvirlit yvir verkætlanir við føroyskari luttøku greinað á, hvørja skrá stuðulin er fingin frá. Til ber at síggja hvørjar hesar einstøku verkætlanir eru, hvussu nógvir partar eru í verkætlanini og hvør játtan er latin til føroyska partin.

Skipanin vísir í dag, at tað higartil eru 9 verkætlanir stuðlaðar við í alt € 2.328.861. Av hesum er helmingurin játtaður frá økinum Societal Challenges 2: Food security, sustainable agriculture and forestry, marine and maritime and inland water research.

Við at trýsta á Vinnova búmerkið í ovasta vinstra horni, kemur tú á forsíðuna í skipanini og kanst haðani frá leita í allari skipanini.