Skriva út
Lagt út: 08.10.2020

Munandi niðurgongd fyri samlaða føroyska búskapin orsakað av COVID-19

Mikudagin 7. oktober skipaði Ocean Cluster Faroes fyri framløgu av kanning, sum umboð fyri Sjókovan og Fróðskaparsetrið hava gjørt. Kanningin kallast "Koronafarsóttin og føroyska fiski- og alivinnan. Ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnuna og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin". Eini 30 fólk vóru til hetta fyrsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes, sum var hildið í Løkshøll.

Her hoyrdu tey Unn Laksá, stjóra í Sjókovanum, greiða stutt frá um Ocean Cluster Faroes og síðani um kanningina. Hon lýsti avbjóðingarnar í vinnuni, millum annað øktu goymslurnar, fallandi prísir og trekar ella stongdar marknaðir. Eisini økt krøv í sambandi við smittufyribyrging og ávirkan á starvsfólkatrivnaðin.

Zvonko Mrdalo, granskari frá Fróðskaparsetrinum, legði fram virkisbúskaparligu avleiðingarnar, sum týðiliga vísa á týdningin av arbeiðskapitali og virkissmidleika í broytingartíðum.

Magni Laksafoss, granskari atknýttur Sjókovanum, greinaði prísgongdina í ymsu veiðubólkunum í fiskivinnuni og í alivinnuni og metti um árinini í mun til, hvussu vanligi árstíðarprísurin væntandi hevði verið. Hann metti, at niðurgongdin fyri fiskivinnuna fyri árið 2020 verður 6,4% (miðal), fyri 2021 8,5% og fyri 2022 4,3.%. Fyri alivinnuna er talan um nógv størri afturgongd, ávikavist 27,2% í 2020, 22,7% í 2021 og 13% í 2022. Eisini avleiddar vinnugreinar hava afturgongd, tó munandi minni. Samlaða afturgongdin í BTÚ av hesum varð mett til 6,5% í 2020, 6,8% í 2021 og 4,1% í 2022.

Niðurstøðurnar av kanningini vóru fleiri, millum annað, at vit í Føroyum hava sera mótstøðuførar fyritøkur, sum hava klárað seg væl ígjøgnum óvanliga stóru avbjóðingarnar. Eisini hava koronakanningarnar og smittusporanin gjørt tað møguligt at hava virksemið í gongd í so stóran mun. Ein fyrimunur í akuttu støðuni er, at vit í Føroyum hava havt nøkur serstakliga góð ár, sum gera, at fyritøkurnar hava nakað at standa ímóti við. Tað er tó eingin ivi um, at COVID-19 hevur haft og kemur at hava stóra ávirkan á vinnuna og á føroyska búskapin í ár og fleiri ár fram.

Í kanningini varð komið fram til fleiri viðurskifti, sum vit eiga at arbeiða við frameftir fyri at styrkja vinnuna og mótstøðuføri. Útfrá hesum mæla tey í niðurstøðunum til: 
• At arbeiða miðvíst fram ímóti betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur
• At greina, hvussu best er at skipa tilfeingis – og tøkugjøld, og hvussu ymiskir hættir ávirka mótstøðuførið í fyritøkunum
• At skipa hagtalsframleiðsluna betri í samstarvi millum tey, sum framleiða og brúka hagtølini

Øll frágreiðingin kann lesast her

Kanningin er stuðlað av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.

Ætlanin hjá Ocean Cluster Faroes er at hava tiltøk hvønn fyrsta mikudag seinnapart í mánaðinum. Kunning um hetta verður at finna á sjokovin.fo

Mynd: f.v. Magni Laksafoss, Zvonko Mrdalo, Christoffur Gert Nielsen og Unn Laksá.