Skriva út
Lagt út: 04.03.2012

Minni ísur í Arktis gevur kavavetrar

Minni havísur í Arktis hevur við sær kaldari vetrar við nógvum kava um okkara leiðir. Hetta er niðurstøðan í eini nýggjari veðurlagskanning.

Seinni árini hevur nógv minni havísur í Arktis enn áður. Samstundis hava verið fleiri vetrar við kava á norðaru hálvkúlu við sera nógvum kava vetrarnar 2009-2010 og 2010-2011.

Ein nýggj kanning undir leiðslu av granskarum við Georgia Institute of Technology, USA, byggir á undanfarna gransking av samanhangi millum minkandi havís og broytt veðurlagsmynstur í norði.

Granskararnir halda, at minkandi havísur í Arktis gevur kaldari veður í Europa, Sibira, Asia, og pørtum av Norðuramerika, men upphiting í Grønlandi. Harafturat kemur meira kavaavfall í somu økjunum.

Kortini omanfyri vísa, at tað er óvanliga nógvur kavi í stórum pørtum av Europa, USA og Kina vetrarnar 2009-2010 (vinstrumegin) og 2010-2011 (høgrumegin). Reytt vísir meira kava enn vanligt, blátt merkir minni kava enn vanligt.
Mynd: Georgia Tech/Jiping Liu.

Kelda: Forskning.no