Skriva út
Lagt út: 12.12.2008

Milliónir til granskingarverkætlan innanfyri útbúgving


Flóvin Eidesgaard, cand.scient.oecon. og ráðgevi hjá SFI-SURVEY er við í granskingarverkætlan innan útbúgving, sum hevur fingið játtað kr. 16.7 mió. frá Det Strategiske Forskningsråd í Danmark.

Játtanin er til verkætlan við heitinum The Economic and Social Determinants of Educational Attainment and Achievement, sum byrjar í 2009 og varir fýra ár. Pengarnir eru úr eini granskingarpulju, ið er ætlað at stuðla undir málið sum er, at í minsta lagi 95% av teimum ungu fáa eina miðnámsútbúging og í minsta lagi 50% fáa eina víðari útbúgving.

Danmark hevur á nógvum økjum góð hagtøl, sum eru sera væl egnað til gransking, og tað hevur víst seg sum ein stórur fyrimunur, tá roynt verður at fáa samstarv við útlendskar granskarar. Sekstan granskarar úr sjey londum eru við, harav seks granskarar frá Det Nationale Forskningscenter for Velfærd (SFI), sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.

Verkætlanin er sett saman av átta parts-verkætlanum, harav Flóvin skal vera við í tveimum, sum fyrst og fremst hyggja eftir PISA-úrslitum. Onnur er í samstarvi við James McIntosh (Concordia University, Kanada) at greina, hví Danmark stendur seg so nógv verri í PISA enn kanadiski landsluturin Alberta, sum mentanarliga minnir nógv um Danmark. Kanada stendur seg sum heild væl í PISA, men Alberta er á hædd við tey fremstu londini sum Finnland. Hin parts-verkætlanin er í samstarvi við Nabanita Datta Gupta á SFI og Lena Nekby (Stockholms Universitet) at greina, hvørjir faktorar gera, at tilflytarar og tilflytarabørn klára seg nógv betur í skúlanum í Svøríki enn tey gera í Danmark. Hóast samfeløgini og útbúgvingarskipanirnar eru rættiliga líkar, er tað sum verður nevnt the immigration gap, nógv minni í Svøríki enn í Danmark, og serliga áhugavert er, at í Svøríki megna eftirkomarar frá tilflytarum at minka munin heilt nógv longu í fyrsta ættarliði, meðan henda framgongd næstan ikki sæst í Danmark.

Statens Strategiske Forskningsråd hevur eina granskingarpulju uppá 700 mió kr til strategiska gransking í 2008. Les bóklingin um raðfestu økini.