VisualScienceStudio.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.09.2026

Miðlafagnaður við framførslu um list og vísindi

Endamálið við Vísindavøkuni er at varpa ljós á ta gransking , sum fer fram í Føroyum, á úrslit og samfelagsliga nyttu og á tey fólk, sum arbeiða við gransking. Í hesum sambandi verður stórur dentur lagdur á ymsar hættir at miðla til ein breiðan skara av fólki.

Eitt fast tiltak á skránni á Vísindavøku er ein miðlafagnaður. Á ársins Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin 25. septembur verður fyrst ein snarrøðukapping, har nakrir luttakarar fara at hava eina stutta framløgu, einans 150 sekund. Ein dómsnevnd fer at meta um, hvør helt bestu snarrøðuna.

Síðani verður eitt gestainnslag, við heitinum: Tá list og gransking samskapa. Listakvinnan Maja Friis og kreativi framleiðarin Sofie Mønster frá Visual Science Studio fara at hava eina framførslu um, hvat hendir, tá listin og vísindini hittast og nýggir hættir at miðla vísa seg. Verkætlanirnar, ið tær fara at leggja fram, kallast Breathing Coral. ið er skapt í samstarvi við Marinbiologisku deild á Keypmannahavnar Universiteti,  og Refractions of Ice, sum e gjørd í samstarvi við Deildina fyri ís, veðurlag og jarðalisfrøði á Niels Bohr Instituttinum.

Síðst á skránni er handan av ársins miðlaheiðursløn. Granskingarráðið hevur fingið nógv góð og grundað uppskot um sera væl skikkaðar kandidatar. Umboð fyri dómsnevndin fara at avdúka, hvønn tey hava valt at lata heiðurin til.