Skriva út
Lagt út: 01.12.2022

Miðflokkurin svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Miðflokkurin svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Eitt samfelag má í øllum pørtum hava ein nýskapandi hugburð. Í øllum pørtum merkir bæði innan almenna og privata geiran. Innan umsorganarøkini, útbúgvingarøkið, heilsuøkið, mentan, frítíð osfr. Og innan vinnulív, arbeiðsmarknað, undirstøðukervi osfr.

Gransking og menning skapa nýggjar loysnir og møguleikar fyri morgindagin, sum ikki vóru ígjár. Avbjóðingarnar eru demografiskar, fíggjarligar og tilfeingi. Sum dømi kemur gransking og nýskapan innan eldraøkið at loysa demografisku avbjóðingina. Uttan gransking og menning renna vit okkum føst og stagnera.

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Okkara visjón er definera framtíðar avbjóðingar. Dømið er aftur, at fleiri og fleiri verða eldri og færri verða á arbeiðsmarknaðinum. (Kanska heldur tesan ikki, men um hon heldur, eiga vit at vera fyrireikað). Fyri at loysa avbjóðingina við demografiini kunnu vit til dømis semjast um at seta pening av at granska og menna nýggjar mátar at loysa uppgávur innan eldrageiran. Vit kunnu t.d. granska í arbeiðsførleikanum hjá eldri fólki í dag samanborið við fyrr. Og fremst av øllum eiga vit at granska í, hvørjar avbjóðingarnar verða.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Undir punkt 2 havi eg nevnt gransking í loysnum á eldraøkinum. Eitt annað hjartamál er, at vit í Føroyum útvega okkum føroyska granskingargrundaða vitan um støðu Føroya í heiminum. Hvussu er okkara verju- og trygdarstøða. Hvussu síggja russar okkum. Hvussu síggja ukrainar okkum. Hvussu síggja europearar okkum – og amerikanarar. Hvørjar eru størstu hóttanirnar útifrá sæð við føroyskum eygum. Ella onkrir heilt aðrir spurningar innan verju- og trygd, sum eg sum leikfólk als ikki eri førur fyri at seta. Men sum skulu setast og svarast, fyri at politiska skipanin kann taka avgerðir og hava støður, sum eru bygdar á føroyskt skapta granskingargrundaða vitan og innlit.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Vit ætla at taka stig til at seta eitt verju- og trygdarpolitiskt vitanarforum, sum kann hjálpa og ráðgeva politiska myndugleikanum og øðrum føroyskum myndugleikum at navigera í einum fløktum heimi.

Við nýggja ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan ætla vit at lurta og akta, tá okkara klókastu koma við ráðum. Og vit ætla at brúka hesa skipanina at venda spurningum, sum vit hava. Eitt nú: hvussu kunnu vit menna og nýskapa eldraøkið (sum eitt dømi) at møta framtíðar avbjóðingum.

Bara hugflogið setir mørk fyri, hvat annars kann setast á skrá. Eitt, sum kann setast á skrá, er sálarheilsan hjá børnum og ungum. Hví er støðan áleikandi, samstundis sum vit hava so nógvar sálarfrøðingar sum ongantíð áður? Er nakað samband?

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her