Skriva út
Lagt út: 30.08.2023

Meira samstarv beinanvegin

Í sambandi við framløgu av ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan varð skipað fyri einum panelorðaskifti. Evnið var tilmælið at menna ein depil fyri gransking, menning og nýskapan sum part av nýggja universitetskampus.

Panellutakararnir vóru
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetrið
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

Í upplegginum til kjakið varð sagt, at ein av høvuðsniðurstøðunum í ársfrágreiðingini er tørvurin at fáa tættari samstarv í lag millum granskarar á granskingarstovnum og í privatum fyritøkum.

Í Føroyum eru lutfalsliga nógvir granskingarstovnar, sum í flestu førum eisini hava aðrar uppgávur. Ov lítið samstarv er, bæði millum stovnarnar og millum almennar stovnar og privatar fyritøkur, sum í vaksandi mun eisini hava gransking, menning og nýskapan í sínum virkisøki.

Føroyar eru lítlar, játtanir til gransking, menning og nýskapan eru lágar og smábýttar, fyrisitingarorkan á stovnum og fyritøkum er avmarkað, og tí eru nógvir fyrimunir við at samstarva.

Ráðið skjýtur í ársfrágreiðingini upp, at eitt tílíkt samstarv verður skipað í einum depli á nýggja økinum hjá Fróðskaparsetrinum, har allar deildir Setursins fara at verða savnaðar. Har eiga eisini aðrir granskingarstovnar at vera við, og ein depil fyri gransking, menning og nýskapan skipaður, soleiðis at nýggja økið verður savningarstað fyri granskarar, nýskaparar, vinnu, íverksetar, íleggjarar og lesandi.

Pláss skal eisini verða fyri eini víðkaðari útgávu av iNOVA við granskingarundirstøðukervi, ið er til taks fyri allar partar.

Hugsanin við hesum er, at vit skulu fáa eitt fyrstafloks granskingarumhvørvi, sum eisini kann lokka fleiri útlendskar granskarar og lesandi til landið.

Panellutakararnir vóru á einum máli um, at tað er brúk fyri meira samstarvi og at hugskotið um ein depil á kampus er gott. Mett varð, at verandi samstarv kann mennast meira beinanvegin. Kjakið snúði seg síðani mest um, hvussu farast kann víðari fram, hvat krevst í mun til fígging og hvaðani fíggingin skal koma.

Dennis Holm, landsstýrismaður, segði, at tað í Fiskimálaráðnum verður arbeitt við hugskotinum um ein nýskapanardepil og at fígging er tøk í Fiskivinnugrunninum. Tað er tørvur á at gagnnýta okkara havtilfeingi í nógv størri mun og til hetta er økt samstarv millum vinnu og granskingarumhvørvi eitt av amboðunum. Hann lovaði at her fóru at verða tikin ítøkilig stig heilt skjótt.

Tað vóru fleiri viðmerkingar og spurningar úr salinum og kjakið fór eisini inn á fleiri onnur av evnunum, sum ráðið viðger í ársfrágreiðingini.

Samanumtikið var breið semja um, at tilmælini hjá ráðnum eru á rættari leið.

Sí eisini tíðindi um framløgu av ársfrágreiðingini her