Skriva út
Lagt út: 08.01.2017

Meira enn 100 sløg av eiturkoppum skrásett í Føroyum

Granskarar og onnur hava í mong ár skrásett ymsu sløgini av eiturkoppum, sum verða funnin í Føroyum. Í nýggjari grein um eiturkoppar verða fimtan sløg løgd afturat seinasta listanum, sum varð almannakunngjørdur í 2004. Níggju sløg eru strikaði av ymsum orsøkum.

Í alt eru 114 ymisk sløg av eiturkoppum nú skrásett í Føroyum, 90 av hesum lúka krøvini fyri at vera skrásett á listanum, sum serliga eru tengd at, um eiturkoppurin nørist ella kann nørast í Føroyum.

Høvundarnir hava eftirkannað allar undanfarnar skrásetingar av nýggjum, bæði tær, sum eru almannakunngjørdar á listanum frá, og tær, sum finnast í søvnunum hjá Náttúrugripasavninum og hjá høvundunum sjálvum.

Fyrsta skrásetingin finst í “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” hjá Svabo, hetta eru sløgini Aranea bipunctata (= Steatoda bipunctata (Linnaeus, 1758)) og Aranea domestica (= Eratigena domestica (Clerck, 1757).

Greinin kallast: “An updated checklist of spiders (Araneae) of the Faroe Islands.” Hon er prentað í Norwegian Journal of Entomology nr. 63 frá 2016 og kann lesast í pdf her

Høvundarnir eru Jørgen Lissner, Jens-Kjeld Jensen, Leivur Janus Hansen, William Simonsen, Rodmund á Kelduni, & Kaj Nissen.

Mynd: Erigone dentigera funnin í Kollafirði. Jørgen Lissner eigur myndina.

Les um Jens-Kjeld Jensen, Leivur Janus Hansen og William Simonsen í Heilagrunninum