Skriva út
Lagt út: 08.12.2014

Meira at vita um Horizon 2020?

EuroCenter, sum er staðsett í danska Uddannelses- og Forskingsministeriet, skipar javnan fyri skeiðum um Horizon 2020.

Nýggjur skeiðsfaldari er komin við yvirliti yvir skeiðini í 2015, sum verða hildin á bæði enskum og donskum máli. Skeið verða fyriskipað í bæði Keypmannahavn og Århus.

Tað er ein sannroynd, at nógv eru um boði at fáa lut í teimum 592 milliardum krónunum, sum eru settar av í Horizon 2020 til gransking og nýskapan. Sum umsøkjari skal tú megna at vísa, at júst títt uppskot til stuðulsverda verkætlan hevur svarið uppá eina av teimum loysnum, sum ES leitar eftir. Eitt gott hugskot er umráðandi, men tað er eisini neyðugt at kenna treytir, krøv og reglur.

Á skeiðunum verður farið í dýpdina m.a. við hvussu ein umsókn verður skrivað og hvussu fíggjarætlanin verður gjørd. Tú fært vitan, íblástur og amboð, sum fara at styrkja títt arbeiði við Horizon 2020.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá EuroCenter

Skeiðsfaldarin kann takast niður her