Skriva út
Lagt út: 07.05.2021

May-Britt Skordal vart ph.d. á Setrinum

Fríggjadagin 7, mai 2021 vardi May-Britt Skordal ph.d.-ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur. Heitið er “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases”.

Magni Mohr, professari á Setrinum, hevur verið høvuðsvegleiðari og Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet, hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru
Svein Arne Pettersen, professari, Idrettshøgskolen, Universitetet i Tromsø,
Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, Instituto Universitário da Maia – ISMAI, Portugal, og
Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, forkvinna í nevndini.

Verjan

Í framløgu síni greinaði May-Britt Skoradal arbeiðið og úrslitini av teimum fýra kanningunum, sum ritgerðin byggir á. Granskingin vísir púra greitt, at heilsufótbóltur er eitt munadygt amboð at fyribyrgja sjúku og sum heilivágur móti lívstílssjúkum.

Andmælingarnir løgdu út við at rósa May-Britt og toyminum fyri umfatandi og dyggu granskingina. Síðani varð spurt og kjakast um sjálvar kanningarnar, niðurstøðurnar og um hvørjar ætlanirnar eru um gagnnýtslu av úrslitunum og um framtíðar gransking..

Svein Arne Pettersen vísti millum annað á avgjørda heitið á ritgerðini “Fólbóltur er heilivágur”, og spurdi, hví vit ikki brúka fótbólt sum fyribyrgjandi heilivág enn. Hetta eru fleiri orsøkir til, ein av hesum at heilsuverkið í størri mun hevur til uppgávu at viðgera sjúkur, heldur enn at fyribyrgja.

Samanumtikið metti nevndin, at avrikið hjá May-Britt Skoradal var sera gott og mælti tí einmælt til, at hon fekk tillutað ph.d.-heiti.

Eftir at hava handað ph.d.-prógv, helt Chik Collins, rektari, stutta røðu, har hann legði dent á stóra arbeiðið hjá May-Britt sum varadekanur og vísindastarvsfólk, samstundis sum hon hevur arbeitt við ph.d.-verkætlanini.

Aftaná verjuna var móttøka fyri teimum umleið 50 áhoyrarunum, sum sluppu til tiltakið. Orsakað av aktuellu koronustøðuni bar ikki til at hava fleiri fólk.

Ritgerðin

Ritgerðin kannar, hvørja ávirkan fótbóltsvenjing hevur á likamligu heilsuna hjá børnum, miðaldrandi og eldri kvinnum og monnum við prediabetes. Heitið á ritgerðini er:

Ritgerðin snýr seg um fýra randomiseraðar kontrolleraðar kanningar (RCT). Kanning 1 byggir á 41 kvinnur, sum eru um skiftisárini, røra seg lítið og hava ov høgt blóðtrýst.

Kanning 2 og 3 byggja á 50 kvinnur og menn (28 menn og 27 kvinnur), sum eru 55-70 ára gomul og hava fingið staðfest prediabetes. Í kanning 4 eru 392 10-12 ára gomul skúlabørn (203 dreingir og 189 gentur). Tilsamans luttaka 488 royndarfólk.

Í øllum kanningunum vóru luttakararnir tilvildarliga (randomiserað) býttir í ein fótbóltsbólk (FB) ella ein kontrolbólk (KB). FB-arnir spældu skipaðan fótbólt á smáum vøllum í ávikavist eitt ár, 16 vikur og 11 vikur í kanning 1, 2+3 og 4.

Harafturat fingu luttakararnir í bólki 2 og 3 kostvegleiðing (bæði FB og KB), og í kanning 4 fekk FB eisini frálæru um heilsu.

Áðrenn og aftaná interventiónstíðarskeiðini vórðu hesar mátingar gjørdar: arterielt blóðtrýst, vødda- og feittmongd og treystiskanning (fitness) í kanning 1, 2 og 4.

Í kanning 1 og 3 var bein-mineral-tættleikin og bein-mineral-innihaldið í beinagrindini kannað. Harafturat vóru blóðroyndir tiknar í kanning 1, 2 og 3.

Les meira um úrslitini her https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/ph-d-verja-fotboltsspael-sum-fyribyrging-og-vidgerd/

Niðurstøða

Samanumtikið vístu allar fýra kanningarnar, sum eru við í ritgerðini hjá May-Britt Skoradal, at fótbóltsspæl á smáum vøllum í 11, 16 og 52 vikur hevur breiða jaliga ávirkan á heilsuna hjá skúlabørnum, eldri fólki við prediabetes og kvinnum um skiftisárini við ov høgum blóðtrýsti.

Betringarnar fevna um heilsutættir so sum blóðtrýst, treysti, kolesterol, blóðsukur, kropssamanseting og beinheilsuna hjá hesum ymsu bólkunum.

Kanningarnar staðfesta uppáhaldið (hugsanargrundarlagið), at fótbóltsvenjing á smáum vøllum betrar almennu heilsuna í ymsum aldursbólkum, tá tað viðvíkir hjarta-, evnaskiftis-, vødda- og beinagrindsheilsu.

Á henda hátt kann fótbóltsvenjing fremja heilsugóðan livihátt og vera ein munadyggur háttur at fyribyrgja og viðgera lívsstílssjúkur.

Mynd: Magni Mohr, høvuðsvegleiðari, Marin Strøm, forkvinna í metingarnevndini, May-Britt Skoradal, nýklakt ph.d. og Chik Collins, rektari.