Skriva út
Lagt út: 15.03.2013

Matgransking á breddanum á Vísindavøku 2013

Granskingarráðið hevur júst fingið játtað góðar 220.000 kr. í stuðli frá ES til Vísindavøkuna 2013. Tiltakið verður fríggjadagin 27. september 2013.

Allir granskingarstovnarnir vera við í tiltakinum, har granskarar og onnur varpa ljós á, hvat fyriferst innan føroyska gransking og fólk sleppa at síggja og royna ymiskt, sum hevur við gransking at gera.

Food for thought
Ætlanin er at byggja víðari á væleydnaða tiltakið í fjør og fáa enn fleiri fólk at koma til tiltakið í ár. Vit hava valt at hava eitt tema ella evni, sum flestu tiltøkini og framsýningarnar fara at snúgva seg um. Evnið er matgransking í víðastu merking. Hetta arbeiða flestu granskingarstovnar í Føroyum við frá nógvum ymsum síðum.

Undir yvirskriftini Food for Thought sannførdu vit ES um, at tað ber til at skipa eitt fjølbroytt, áhugavert og málrættað tiltak, sum kann hava breiðan áhuga. Endamálið er at geva almenninginum innlit í, hvussu nógv gransking fer fram, sum hevur týdning fyri okkum øll, bæði í mun til matvørutrygd, góðsku, heilsu, mentan, vinnumøguleikar og annað. Hetta skal gerast við framsýningum, stuttum framløgum, kappingum og fleiri tiltøkum, har vitjandi sjálvi sleppa at royna ymiskt.

Nógv meira verður at frætta um Vísindavøkuna 2013 seinni. Fyri fyrst mæla vit tykkum øllum til at seta kross í kalendaran 27. september 2013.

Vísindavøka á hvørjum ári
Granskingarráðið skipar á hvørjum ári fyri Vísindavøku síðst í september. Í fjør vitjaðu uml. 1500 fólk tiltakið í Østrøm á Skálatrøð. Bara til høvuðstiltakið hjá ORKA “Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar” vóru eini 400 fólk. Hetta var fimta og størsta Vísindavøkan higartil. Tað var tá fyrstu ferð, at tiltakið fekk stuðul frá ES, sum part av samstarvsavtaluni millum Føroyar og ES um gransking.

Til ber at síggja ymiskt frá Vísindavøkuni 2012 her

Les Vísindavøkublaðið 2012 her