Skriva út
Lagt út: 06.06.2008

Match2BioSME verkstova

Arbeiðir tú við biotøkni ella hevur ætlanir um tað, so er Match2BioSME verkstovan ein góður møguleiki hjá tær at finna samstarvsfelagar og at fáa kunning um stuðulsskipanir í ES.

 

Á verkstovuni, sum verður hildin í Brussells tann 26. juni, verður høvi at fáa kunning um møguleikarnar fyri fíggjarligum stuðli úr sjeyndu rammuskránni hjá ES (FP7) og eisini aðrar europeiskar fíggjarmøguleikar.

 

Eisini verða ráðgivið um hvussu akademia og vínnulív, serliga SME (lítlar og miðalstórar fyritøkur), kunnu taka upp samstarv.

 

Tað er neyðugt at vera limur í Match2BioSME fyri skráseta seg til verkstovuna. Tað kanst tú gera ókeypis á heimasíðuni.

 

Faldari til hesa verskstovuna

Meir kunning á www.match2biosme.com