Skriva út
Lagt út: 02.11.2010

Maskina finnur sandmaðk



Granskarar í Tromsø hava ment eina maskinu sum finnur sandmaðk í eitt nú toskaflaki. Tann stóra avbjóðingin hjá teimum sum hava arbeitt við hesi verkætlan hevur verið at fingið maskinuna at virka nóg skjótt, so tað ikki tyngir framleiðsluna. Tosað verður um ein sokallaðan ídnaðarligan skjótleika, um ferðin er 40 cm. pr. Sekund. Hetta mál er nú nátt, skrivar forskning.no.

Maskinan tekur myndir av fiskinum og viðgerð tey við einum forriti, sum so fortelur hvar á fiskinum sandmaðkurin er.

Samanborið við reinskering við hond á ljós-borði, eru úrslititini við nýggju maskinumi eins góð ella betur. Eftir at fløkini vóru eftirhugd og reinsað við hond fann maskinan 33% av sandmaðkinum, sum var eftir í fløkunum. Nýggja skipanin er so mikið lovandi, at hon møguliga kann gerast ein partur av nýggjum flakamaskinum verður sagt.

Les meir á forskning.no
Tak niður frágreiðingina frá NOFIMA sum hesi tíðindi byggja á