Skriva út
Lagt út: 25.09.2021

Marnar Fríðheim Kristiansen fekk miðlaheiðursløn 2021

Á Vísindavøkuni 24. september varð kunngjørt, at Marnar Fríðheim Kristiansen fekk ársins miðlaheiðursløn. Hann fekk heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Í nevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Í nevndini vóru Jón Brian Hvidtfeldt, Ingi Højsted og Dagmar Joensen Næs.

Við heiðurslønini fylgir ein gáva á 5.000 kr.

Jón Brian Hvidtfeldt segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2021 verður latin

Marnari Fríðheim Kristiansen,

Lækna og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum

Dómsnevndin metir, at Marnar Fríðheim Kristiansen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

Hann hevur lagt nógva orku í gransking av koronafarsóttini, síðani hon rakti landið í fjør vár. Umframt at granska sjálvur, hevur hann tikið vitan frá aðrari gransking til sín og er farin út til almenningin við sínari vitan.

Hann hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu vitanini um korona og hevur verið íðin at  víst aftur falskunning um korona.

Hann hevur eisini tikið stig til beinleiðis ráðgeving á Facebook, har hann saman við øðrum læknum hevur svarað ivamálum hjá fólki aftur við hollari vísindaliga grundaðari vitan.

Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at geva Marnari Fríðheim Kristiansen miðlaheiðurslønina í ár.

Í tilmælunum stendur m.a.:

”Marnar Kristiansen dugir væl at greiða frá torskildum evnum og setur eisini viðkomandi spurningar til sítt egna fak.”

”Svarini í Facebook-bólkinum ”Spyr ein lækna um korona” eru greið og skilagóð, og bólkurin hevur higartil svarað túsundtals ivamálum. Hetta er fakligheit mitt í einum meldri af ófakligheit og konspiratiónsteorium. Bólkurin hevur uttan iva tryggjað nógv fólk ímóti sjúkuni, givið betri sálarheilsu, og hvør veit, um tey ikki eisini hava bjargað lívi.”

”Sjálvt um Marnar eins og onnur hevur verið fyri grovum atfinningum av ymiskkum slagi, m.a. hóttanum, so heldur hann áfram við sínum arbeiði. Hann er áhaldandi í sínum arbeiði at vísa á týdningin av gransking og vísindi í einum heimi, har upplýsing, bæði góð og ring, ongantíð hevur verið so lætt atkomilig sum í dag. Og mangan er trupult hjá fólki at skilja ímillum.”

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Marnari Fríðheim Kristiansen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2021.

Peningargávan latin víðari til COVAX

Marnar takkaði fyri við stuttari røðu, har hann m.a. segði:

- Eg eri bæði errin, ovfarin og glaður fyri hesa viðurkenning!

- Takk til Gunnhild, Jeaneth, Ronja og Guðrun, hinir læknarnir aftanfyri Spyr ein lækna um korona, sum eisini eiga stóran part av hesari viðurkenningini!

- Eg vil fegin, at vinningurin á 5.000 kr. verður latin til COVAX samstarvið, sum kann nýta peningin til koppsetingar í londum, har koppseting enn vantar. Heimsfarsóttin verður ikki liðug, fyrr enn øll lond í heiminum hava atgongd til koppingarevni. Vit eiga at tryggja, at eisini tey lond sum í dag ikki hava atgongd til koppingarevni, fáa tað. Bæði teirra vegna, men eisini fyri okkara skyld.
(Til ber hjá øllum at lata stuðul beinleiðs til koppsetingar her)

Heiðursløn fyri góða almenna miðling av gransking

Talan er um heiðursløn, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling av gransking.

Heiðurslønin er áður latin:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen

Marnar Fríðheim Kristiansen á Vísindavøkuni 2021

Myndir: (c) Ólavur Frederiksen