Skriva út
Lagt út: 06.12.2011

Marinar fitisýrur verja menn móti blóðproppum

Albert Marni Joensen hevur saman við øðrum granskarum grein í amerikanska tíðarritinum Circulation um sambandið millum fiskaføði og vandan hjá monnum fyri blóðproppum. Circulation er størsta hjartamedisinska tíðarritið í heiminum. Greinin kallast “Marine n-3 Polyunsaturated Fatty Acids in Adipose Tissue and the Risk of Acute Coronary Syndrome” og samandrátturin kann lesast her.

Greinin er partur av Ph.D. arbeiðinum hjá Alberti Marna Joensen, har hann vísti á, at tað at eta fisk minkar um vandan fyri at fáa blóðpropp í hjartað – í hvussu so er hjá monnum. Granskararnir brúktu ein nýggjan máta at kanna hendan spurningin við ikki bara at spyrja fólk, hvat tey ótu, men kannaðu, hvussu nógva n-3 feittsýru (omega-3 feittsýru) tey høvdu í feittvevnaðinum.

Albert Marni Joensen arbeiðir sum lækni og granskari í Danmark. Hann hevur nýliga fingið 100.000 krónur frá danska Hjartafelagnum til eina granskingarverkætlan. Hann sigur, at síðstu uml. 30 árini er talið av fólkum, sum doyggja av blóðproppi í hjartanum í Danmark og úr tí mesta av vesturheiminum minkað nógv. Endamálið við nýggju kanningum hansara er at avdúka, hví færri fólk í Danmark doyggja av blóðproppi í hjartanum – um tað er orsakað av betri lívsstíli ella betri viðgerð. Kanningin, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar í Glostrup og Liverpool skal eisini vísa, um tað eru sosialir munir í hesari gongdini.

Les meira um Albert Marna Joensen í Heilagrunninum.