Skriva út
Lagt út: 07.06.2010

Marin Strøm vart ph.d. við Københavns Universitet

Fríggjadagin 4. juni vardi Marin Strøm ph.d. ritgerð sína við Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Diet and physical activity during pregnancy and women's health. Fish consumption and physical activity among women of childbearing age in relation to their later risks of postpartum depression, hypertensive and cardiovascular diseases "

Erik Lykke Mortensen og Sjúrður F. Olsen hava verið vegleiðari hjá Marini.

Opponentarnir vóru Lars Vedel Kessing, professari á Københavns Universitet, Anne Marie Nybo Andersen, professari á Syddansk Universitet og David Gunnell, professari á University of Bristol.

Granskingargrunnurin hevur stuðlað ph.d. verkætlanini hjá Marini, les um hetta í Stuðulsyvirlitinum.

Tvær av greinunum hjá Marini, sum eru partar av ph.d.verkætlanini, vóru umrøddar her í januar.

Marin heldur fram við síni gransking í granskingarsentrinum, Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen er leiðari fyri.

Les meira um Marin Strøm í Heilagrunninum.