Skriva út
Lagt út: 04.03.2019

Marija T. Markovic vart ph.d. við Syddansk Universitet

Hósdagin 28. februar vardi Marija Todorovic Markovic, ph.d.-lesandi og 1. hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum, ph.d.-ritgerð sína. Verjan var í Sjóvinnuhúsinum.

Marija Todorovic Markovic hevur kannað sjúkutíttleikar, sjúkuorsøkir og deyðatal hjá medisinskum sjúklingum í Føroyum við og uttan infektión/blóðeitran. Verkætlanin eitur: ''Infectious Diseases in the Faroe Islands – Clinical Characteristics and Pathogens (FAPI study)”

Hon hevur verið innskrivað á ph.d.-skúlanum á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Granskingin hevur verið framd á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Shahin Gaïni, serlækni í infektiónsmedisini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, lektari á Syddansk Universitet og á Fróðskaparsetri Føroya.

Hjávegleiðarar hava verið Court Pedersen, professari í infektiónsmedisini dr.med. á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet og Magnús Gottfredsson, professari í infektiónsmedisini ph.d. á Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Islands.

Í metingarnevdini vóru Jan Kristian Damås, ph.d., yvirlækni á Avdeling for infeksjonssykdommer, St. Olavs Hospital, Trondheim og professari á Norwegian University of Science and Technology NTNU

Henrik Nielsen, Dr. Med. og leiðandi yvirlækni á Aalborg Universitetshospital og professari á Aalborg Universiteti.

Thomas Strøm, ph.d. og yvirlækni á Anæstesiologisk-Intensiv Afdeling, Odense Universitetshospital og lektari á Syddansk Universitet. Hann varð formaður.

Verjan gekk sera væl, og í samanumtøkuni segði metingarnevndin seg eisini vera sera nøgda við samlaða avrikið.

Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið her 

Mynd: Eyðfinnur Olsen (c)