Skriva út
Lagt út: 17.03.2011

Marie Curie: Trý nýggj útboð

Hevur tú hug at granska í einum øðrum landi í eitt tíðarskeið, ella arbeiðir tú í einum ES limalandi og hevur hug at koma til Føroyar at granska í eina tíð? So eru hesi nýliga almannakunngjørdu útboðini i flytførisskipanini hjá ES nakað fyri teg.

Í gjár 16. mars vóru nevnliga trý nýggj útboð almannakunngjørd á Cordis. Talan er um tríggjar flytføri-skipanir í serkránni, PEOPLE, eisini nevnd Marie Curie.

FP7-PEOPLE-2011-IEF: MARIE CURIE INTRA-EUROPEAN FELLOWSHIPS FOR CAREER DEVELOPMENT

Tøkur peningur: € 109 850 000

Hendan skipanin stuðlar einstaklingum í at flyta frá einum limalandi til eitt annað limaland (ella/og lond við FP7 atlimaskapi) í granskingarstarv. Granskarin skal hava minst fýra ára granskingarroyndir, ella hava Ph.D, og ikki hava verið/arbeitt í landinum flutt verður til meir enn 12 mðr., teir seinastu 36 mðr. áðrenn umsóknin verður latin inn. Stuðulin fevndir um eitt tíðarskeið ímillum 12 og 24 mðr. Í umsóknini skal verða víst á ágóðan við flytførinum, tá hetta er ein partur av metingargrundarlagum.

Les meir her: http://cordis.europa.eu/fp7/dc/index.cfm?fuseaction=UserSite.FP7DetailsCallPage&call_id=395



FP7-PEOPLE-2011-IIF: MARIE CURIE INTERNATIONAL INCOMING FELLOWSHIPS

Tøkur peningur: € 40 000 000

Hendan skipanin stuðlar einstaklingum í at flyta frá einum vertsstovni í einum triðjalandi (ikki ES limaland og land við FP7 atlimaskapi) til ein vertsstovn í einum limalandi í granskingarstarv. Granskarin skal hava minst fýra ára granskingarroyndir, ella hava Ph.D, og ikki hava verið/arbeitt í landinum flutt verður til meir enn 12 mðr., teir seinastu 36 mðr. áðrenn umsóknin verður latin inn. Roknað verður tó við, at talan er um granskarar sum hava eina eldri vangamynd enn hetta. Møguleiki er eisini fyri at fáa fígging til at venda aftur til upprunalandi, um talan er um eitt ICPC land (fátækt triðjaland). Stuðulin fevndir um eitt tíðarskeið ímillum 12 og 24 mðr, plus møguligar 12 mðr., um talan er um at venda aftur til eitt ICPC land.

Les meir her: http://cordis.europa.eu/fp7/dc/index.cfm?fuseaction=UserSite.FP7DetailsCallPage&call_id=396

FP7-PEOPLE-2011-IOF: MARIE CURIE INTERNATIONAL OUTGOING FELLOWSHIPS FOR CAREER DEVELOPMENT

Tøkur peningur: € 40 000 000

Hendan skipanin stuðlar einstaklingum í at flyta frá einum vertsstovni í limalandi (ella einum FP7 atlimalandi) til ein vertsstovn í einum triðjalandi, og í at venda aftur til uppruna stovnin. Granskarin skal hava minst fýra ára granskingarroyndir, ella hava Ph.D, og ikki hava verið/arbeitt í landinum flutt verður til meir enn 12 mðr., teir seinastu 36 mðr. áðrenn umsóknin verður latin inn. Roknað verður tó við, at talan eru um granskarar, sum hava eina eldri vangamynd enn hetta. Stuðulin fevndir um eitt tíðarskeið ímillum 24-36 mðr.

Les meir her: http://cordis.europa.eu/fp7/dc/index.cfm?fuseaction=UserSite.FP7DetailsCallPage&call_id=397

Deadline fyri at lata inn umsókn til hesi útboðini er: 11. august 2011, kl. 17:00:00 (lokal tíð í Bruxelles)

Fyrispurnigar hesum viðvíkjandi stílast til John D. Olsen umvegis john@gransking.fo ella við at ringja til hansara á 567802.