Skriva út
Lagt út: 04.04.2013

Marie Curie: €227 mió. eru nú leysar at søkja

Europa Kommissiónin bjóðar nú umsøkjarum at senda inn umsóknir til seinasta umfarið í Marie Curie skipanini í sjeyndu rammuskránni (FP7, 2017 – 2013). Hetta er samstundis hægsta játtanin (€227 mió) latin umvegis hesa skipanina, sum til samans røkkur til at fíggja verkætlanum hjá umleið 1000 royndum granskarum. Umsóknarfreistin er 14. august 2013.

Androulla Vassiliou, kommisserur, við ábyrgd fyri MarieCurie skipanini, sigur: “ Í fíggjarliga truplum tíðum er neyðugt, at almenni stuðulin fer til tiltøk, sum í størst møguligan mun eru til gagns fyri borgararnar og europeiska búskapin. Okkara Marie Curie granskingarstyrkur tryggjar stuðul til framúrskarandi gransking innan eitt nú heilsuøkið, sum kann føra til nýbrot, ið ávirka lívið hjá nógvum fólki. Nýliga hava granskarar sum hava fingið Marie Curie granskingarstyrk eitt nú framt slóðbrótandi gransking fyri at basa hepatitis C og malaria.”

Endamálið við granskingar styrkinum til einstaklingar í MarieCurie skipanini er at eggja til flytføri hjá granskarum í og úr Europa eins og at eggja teimum bestu útlendsku granskarunum at koma til Europa.

“Framúrskarandi heildarmøguleikarnir í Marie Curie skipanini eggjaðu meg til at senda inn eina umsókn. Skipanin gav mær møguleika fyri at arbeiða í London og harvið fáa skapt eitt stórt  altjóða netverk,” sigur Armando Arias Esteban,frá Madrid, sum í tvey ár starvaðist á Imperial College London við einum Intra-European granskingarstyrki.

Granskingarstyrkurin til einstaklingar verður í framtíðini eisini partur av nýggju Marie Sklodowska-Curie skipanini, sum verður partur av Horizon2020, ið byrjar í 2014.

Vitja hesa síðuna um tú ætlar tær at søkja: http://ec.europa.eu/research/participants/portal/page/funding

Bakgrund

Hvat er Marie Curieskipanin?

Málið við Marie Curie skipanini er at fáa teir bestu granskararnar í heiminum til at virka í Europa. Fíggjarkarmurin fyri árini 2007– 2013 er €4.7. Harav verða  48% latin sum stuðul til ph.d. lesandi og 24% sum granskingarstyrk til einstakar granskarar, sum hava minst fýra ára granskingar royndir eftir kandidat útbúgvingina. Restin verður latin til aðrar smærri skipanir sum t.d. Researchers Night, sum Granskingarráðið hevur fingið lut í seinastu tvey árini.

Síðani 2007 hava fleiri enn 4000 granskarar fingið granskingarstyrk við Marie Curie skipanini. Hesir granskarar hava arbeitt í 50 londum og umboða 90 tjóðir. Næstan €780 mio. eru latnar til hesar granskararnar. Hetta svarar í meðal til umleið €195.000.

Hvussu virkar granskingarstyrkurin til einstaklingar?

Einstakir granskarar skriva eina umsókn í samstarvi viðstovnin, sum viðkomandi ætlar at vitja. Óheftir metarar gera av hvør fær granskingarstyrk við støði í eini meting av góðskuni í granskingini, hvussu nýskapandi hon er, og hvussu verkætlanin økir um førleikarnar hjá granskaranum. Haraftrat verður eisini hugt eftir, hvussu vegleiðingin og stuðulin frá vertsstovninum kann økja um yrkismenningina hjá granskaranum.

Trý sløg av stuðlitil einstaklingar eru:

Intra-EuropeanFellowships (IEF) stuðlar granskarum, sum útvega sær nýggja vitan og nýggjar førleikar í einum europeiskum landi.

International OutgoingFellowship (IOF) gevur granskarum møguleika at ogna sær nýggja vitan á einum dygdargóðum (high-level) granskingarstovni uttanfyri Europa. Ein treyt fyri at fáa styrk umvegis hesa skipanina er, at granskarin kemur aftur til Europa við nýggju vitanini.

International IncomingFellowship (IIF) gevur granskarum uttanfyri Europa møguleika fyri at fáa nýggjar førleikar á einum europeiskum stovni.

Hvat hendir eftir 2014?

Skipanin við granskingarstyrki til einstakar granskarar heldur fram undir heitinum Marie Sklodowska-Curie Action í Horizon 2020. Nýggja skipanin fer eisini at geva møguleika fyri at vitja aðrar stovnar, t.d. eina fyritøku. Enn kjakast ES limalondini og ES tingið um smálutirnar í skipanini. Kommissiónin væntar, at lýst verður eftir fyrstu umsóknunum til einstaklingar við árslok 2013.

Meira kunning:

Marie Curie á gransking.fo
Europa Kommissióin
Heimasíðan hjá AndroullaVassilious
Heimasíðan hjá Marie Curie og FP7 
Innovation Union
Europe 2020 ætlanin
Research Executive Agency

Spurningar kunnu stílast til John D. Olsen á telefon 567802 ella við at senda teldupost til: john@gransking.fo