Skriva út
Lagt út: 23.04.2019

Maria Skaalum Petersen nýggjur leiðari í Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking

Í hesum døgum er vaktarskifti í leiðsluni í Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking. Maria Skaalum Petersen hevur tikið við sum leiðari fyri Magna Mohr, sum hevur verið leiðari seinasti 3 trý árini. Depilin er væl stuðlaður úr Sjúkrakassagrunninum. 

Í 2014 gjørdu Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsusamstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Ein partur av samstarvinum millum hesar stovnar er Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking sum byrjaði sítt virksemið í 2016. Kjarnufíggingin til depilin kemur úr Sjúkrakassagrunninum. 

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum. Nevndin ásetti tá í leiðsreglunum, at ein fittur partur av fænum skuldi brúkast til at menna granskingarsamstarv millum hesar partarnar og aðrar partar á heilsuøkinum í Føroyum. Depilin hevur higartil fingið 7 mió. kr úr Sjúkrakassagrunninum. Harafturat eru fleiri verkætlanir stuðlaðar, sum eru knýttar at deplinum.  

Sambært Depilsleiðsluni er verulig ferð nú komin á heilsugransking í Føroyum. Í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá hesum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Depilin hýsir í dag fleiri ph.d.-verkætlanum. Eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða gjøgnumførdar, og fjølbroytni á evnum og granskingarhættum er nógv størri.

Magni Mohr, dekanur og professari á Fróðskapararsetrinum, sum hevur verið leiðari í Deplinum seinastu trý árini, leggur frá sær og verður nú partur av stýrisbólkinum. ”Depilin er ein platformur fyri allar heilsugranskarar í Føroyum, og menningin innan heilsugranskingarøkið hevur verið ómetaliga stór síðan Depilin var stovnsettur, sigur Magni Mohr, sum nú handar stafettina víðari til Mariu Skaalum Petersen.

Maria er lektari á Fróðskaparsetrinum og royndur granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu. Hon hevur sitið í stýrinum seinastu tvey árini og verður nú nýggjur leiðari. ”Eg gleði meg at menna Deplinin longur fram á leið, soleiðis at virksemið kann økjast og heilsugransking kann gerast meira sjónlig og avgerandi í samfelagnum”, sigur Maria Skaalum Petersen.

Í stýrinum fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking sita Kasper Kyhl (LS), Pál Weihe (DfAA), Sigurð í Jákupsstovu (FF) og nú eisini Magni Mohr (FF).

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her