Skriva út
Lagt út: 22.09.2019

Maria M. Dahl helt bestu postarasnarrøðuna

Á Vísindavøkuni 2019 varð á øðrum sinni skipað fyri kapping í postara snarrøðum. Talan var um framløgu, sum í mesta lagi kundi vera 150 sekund og sum skuldi vera um ein ávísan postara ella vísindaliga plakat. 

Fýra kvinnur høvdu játtað at royna at kveikja áhugan hjá áhoyrarunum fyri júst teirra postara. Tær hildu seg allar til ásettu tíðina og hildu greiðar og forvitnisligar røður. 

Tá framløgurnar vóru lidnar, metti ein dómsnevnd um avrikini. Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá FarGen, Herleif Hammer frá Tjóðsavninum og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum. Tey vóru samd um, at talan var um góðar framløgur hvør á sín hátt.

Dómsnevndin valdi at heiðra Mariu Marjunardóttir Dahl fyri hennara framløgu. Dómsnevndin helt hana megna at greiða stutt og greitt frá einum torskildum evni og duga væl at traðka fram. Frásøgnin hevði eina spennandi byrjan og ein góðan bygnað og Maria kláraði at avlevera poengið innan fyri ásettu tíðina. 

Umframt heiðurin fekk Maria handað eitt gávukort.

Postarin hjá Mariu við heitinum ”Whole genome sequencing of Piscine Myocarditis Virus (PMCV) directly from field samples” sæst her

Snarrøður vanligt søluamboð

Hetta slagið av framløgum er kent frá vísindaligum ráðstevnum, har granskarar í hópatali koma við postarum við kunning um teirra gransking. Fyri at kunna hinar luttakararnar skjótt um, hvørji evni eru á skrá, sleppa granskarnir at brúka eina lítla løtu, frá 1-3 minuttir, at greiða frá. Hetta verður ofta kallað “poster pitch” og er hugtakið, sum vit hava umsett til postara snarrøður.