Skriva út
Lagt út: 08.12.2009

Maria C. Nielsdóttir vart ph.d. við University of Southampton

Fríggjadagin 27. november 2009 vardi Maria Chun Nielsdóttir ph.d.ritgerð sína við National Oceanography Centre, University of Southampton. Heitið á ritgerðini er: "Iron Biogeochemistry in (Sub-) Polar Waters". 

Opponentar vóru Prof. Hein de Baar frá University of Groningen, Royal Netherlands Institute for Sea Research (NIOZ) og Dr. Doug Connelly frá National Oceanography Centre í Southampton.

Maria C. Nielsdóttir fekk í desember 2008 stuðul til framhaldandi arbeiðið við hesi verkætlanini.

Les um Mariu C. Nielsdóttir í Heilagrunninum.